Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sandoyingar mugu fyribils brynja seg við toli, áðrenn avgerðin fellir, um teir, ella AB, skal spæla í Betri Deildini í 2022

FSF: Stórur spenningur er undan dystinum millum B71 og AB, tá hesi bæði liðini møtast í ársins seinasta umfari í 1. deild hjá monnum. Undan dystinum er støðan nevniliga tann, at vinnarin – argjamenn klára seg eisini við javnleiki – fylgir Skála upp í Betri Deildina komandi ár.

Men í løtuni er greitt, at avgerandi dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera Inni í Dal á Sandi leygardagin 30. oktober, er útsettur. Orsøkin er korona í hópinum hjá sandoyingum.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at avgerandi uppflytingardysturin í staðin verður spældur sunnudagin 7. november.

Greinin er dagførd fríggjadagin 29. oktober klokkan 21:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo