Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Badmintonfelag: Aftur í ár luttekur Havnar Badmintonfelag í Reykjavík International Games.

Í morgun fór eitt ferðalag á 96 fólk, harav 48 ungir badmintonleikarar til Íslands at taka lut í Reykjavík International Games (RIG).  Spælt verður í U11, U13, U15, U17 og U19.

Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður áfram til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu badmintonleikararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum – einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

Vónirnar til kappingina eru góðar. Leikararnir kláraðu seg sera væl í fjørð og tí er spenningurin stórur í ár.

Í ár hevur TBR, sum er størsta badmintonfelag í Íslandi, bjóða HBF av til lið vinardyst friggjakvøldið í  U13, U15, U17 og U19. Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 3. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo