Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir Jákupi Nolsøe Olsen og Pæturi Skipanes til dystirnar móti Spania og Kasakstan - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Fyrr í vikuni setti Sámal Erik Hentze navn á teir 21 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar hjá U21-landsliðnum ímóti Spania og Kasakstan.

Men nú er greitt, at venjararnir verða noyddir til at síggja burtur frá málverjanum, Róa Zachariassen úr EB/Streymi, og Andri Benjaminsen úr B68.

Í staðin hava Bagge og Hegga sent boð eftir Jákupi Nolsøe Olsen úr ÍF, og Pæturi Skipanes úr NSÍ.

Hósdagin 12. november spæla Spania og Føroyar í Marbella í Spania, og týsdagin 17. november skal føroyska liðið hitta Kasakstan. Hetta eru samstundis seinastu dystirnir í undankappingini til EM 2021.

Støðan í bólki 6
Spania 22 stig
Norðurmakedónia 14 stig
Ísrael 12 stig
Kasakstan 10 stig
Montenegro 7 stig
Føroyar 6 stig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo