40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Bakkafrost hevur skipað fyri veitaradegi, har 25 av størstu veitarum hjá Bakkafrost í Føroyum vórðu bodnir til at práta um burðardygd og burðardygdsrapportering.

- Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at minka um okkara vav 3-útlát (útlát frá okkara veitingarketu) við 52% pr. tons av laksi innan árslok í 2030. Í 2021 keyptu vit 59% av okkara vørum og tænastum frá lokalum veitarum í Føroyum. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit samstarva við veitarar um at menna og seta í verk burðardyggar loysnir og at minka um yvirskipaða útlátið av vakstrarhúsgassum frá okkara felags virksemi, sigur Bakkafrost..

- Samstarv er vegurin fram á leið, um vit skulu røkka málum innan burðardygd, og vit raðfesta eitt opið og virðiligt samskifti við okkara veitarar til tess at tryggja, at øll fáa fyrimun av tí grøna skiftinum.

- Eisini varð okkara nýggi politikkur fyri burðardygt innkeyp lagdur fram, ið inniheldur átta meginreglur, ið skulu tryggja, at okkara íløgur stuðla undir framhaldandi burðardygga menning.

- Vit fara framhaldandi at tosa við okkara veitarar um burðardygd, herundir veitarar til skotska virksemið og smærri veitarar, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo