Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Nýggjasta navnauppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Sum nakað nýtt ganga navnahagtølini nú aftur til 1985.

Baldur, Brandur og Kristian eru best umtóktu nøvnini til dreingir føddir í 2022. Fimm dreingir fingu navnið Baldur, fimm Brandur og fimm Kristian. 

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Mattias, Nóa og Tóki. Seks dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Nøvnini Baldur, Brandur og Kristian eru fyri fyrstu ferð á fyrstaplássinum fyri best umtókta navn á dreingjum. Tað skula vanliga fleiri til enn fimm við sama navni fyri at enda ovast á listanum fyri best umtókta navn.

Hóast Brandur ikki hevur verið ovast á listanum áður, so hevur Brandur verið eitt væl umtókt navn seinastu 20 árini. Tað vóru tó eisini fimm, ið fingu navnið Brandur í 2020, seks í 2002 og sjey í 2005, men tá hevur tað ikki verið nokk til at røkka fyrstaplássinum. 

Kristian hevur ikki verið millum best umtóktu nøvnini síðani 2014, tá seks dreingir vórðu nevndir Kristian. Av best umtóktu nøvnunum í 2022 er Kristian mannfólkanavnið, ið er mest vanligt.

Baldur er ikki eitt eins vanligt navn sum Brandur og Kristian. Bert einaferð áður hava fimm dreingir í sama árgangi fingið navnið Baldur. Tað var í 2019, tá Baldur var triðbest umtókta navnið fyri dreingir.

Longri niðri á listanum er navnið Jónas. Í 2022 vóru tríggir dreingir føddir, ið vórðu nevndir Jónas. Árið fyri vóru tað heili ellivu, ið fingu navnið Jónas. Í einogtjúgundu øld eru 155 dreingir nevndir Jónas. Tað er best umtókta dreingjanavnið bæði í 2010’unum og 2020’unum. Seinastu 27 árgangirnir hava havt ein Jónas sínámillum

Nóa er vorðið eitt væl umtókt dreingjanavn. Í tjúgundu øld var eingin nevndur Nóa, sostatt er tað eitt lutfalsliga nýtt navn. Fýra fingu navnið í 2022, meðan níggju dreingir, føddir í 2021, nevndust Nóa.

Tað er bert Jónas, ið er bæði á listanum fyri best umtóktu dreingjanøvn í 2022, sum eisini er á listanum fyri mest vanligu nøvn í Føroyum. Sí grein um mest vanligu nøvnini her.

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran.

Stutt um nøvn
Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo