Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Super, at Føroya Banki fær ordiliga navnið aftur.

Giti tey kunngerða tað nú avlopini hjá bankunum av hækkaðu rentunum og framvegis høgu ómaksgjøldunum koma út.

Fyri tíðina kunngera bankarnir sjálvir úrslitini eftir skatt. Tað er ikki vanligi mátin at fortelja um eitt úrslit (mann samráðist heldur ikki um “løn eftir skatt” á arbeiðsmarknaðinum), so mann kann hugsa, um tað man vera tí, at tað ljóðar minni, tá tað er eftir skatt. Talið bankarnir fortelja blívur tilsamans 641 mió. kr.

Her eru tølini áðrenn skatt:

Føroya Banki 379 mió. kr.

Betri Banki 347 mió. kr.

Norðoya Sparikassi 48 mió. kr.

Suðuroyar Sparikassi 7,5 mió. kr.

Tilsamans 781,5 mió. kr.

Tað er upphædd á umleið 14.200 kr. uppá hvørt fólk í Føroyum.

Bankar hava eina týðandi funktión í samfelagnum, tí teir tryggja, at tað til dømis ber til hjá einum ungum pari at keypa eini hús nú, sum tey annars høvdu skulað spart upp til í nógv, nógv ár.

Tríggir av bankunum í Føroyum eru so ella so áttir av kundunum, meðan Føroya Banki er áttur av partaeigarum, sum vilja hava ein fíggjarligan vinning.

Men við hasum úrslitunum - serliga hjá teimum trimum fyrstu - so er ikki undarligt, at vit sum brúkarar byrja at seta spurningar. Onkur banki sær eisini út til at lækka ómaksgjøldini nakað, men tey vera framvegis lutfalsliga høg.

Tí eri eg framvegis sera bangin fyri, at kappingin á fíggjarmarknaðinum í Føroyum er sera avmarkað. Ikki minst orsakað av, at tað er so trupult at flyta ímillum bankarnar, tá til dømis fyrsta lánið er tikið.

Tað eiga vit sum politisk skipan at gera nakað við.

Eirikur í Jákupsstovu,
løgtingsmaður fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo