

Europeiski Miðbankin ECB, sum er eitt slag av tjóðbanka fyri evrulondini, hækkaði í gjár sína leiðandi rentu við hálvum prosentstigi omaná hækkingarnar, sum longu eru komnar. Og hóast ein kanska skuldi hildið, at tað eru góð tíðindi hjá bankunum, sum nú kunnu fáa meira fyri síni innlán, so eru bankar sum vísa tekin um at vera strongdir, eitt nú tí teir hava nógvar kundar sum illa tola hægri rentur á síni lán.
Men stjórin í europeiska miðbankanum, Christine Lagarde, slær fast, at tað var ein røtt avgerð at hækka rentuna, og tað fer bankin at halda fram at gera, fyri at fáa tamarhald á inflatiónini.
- Okkara vilji at fáa tamarhald á inflatiónini er ikki minni av hesum, og vit helma ikki í fyrr enn hon er komin niður á tey tvey prosentini, tað sakl ongin ivast í, segði hon millum annað á tíðindafundi í gjár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo