Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ósmædnu bankaleiðslurnar, gera sær í hesum døgum dælt av at okkara pengar skulu um teirra monopol pengakervi.

Grammleikin eftir at nápa av okkara virðum, fyri at tæna íleggjaranum, tykist markleysur. Og væl sleppa teir fyri hesari samgonguni. Tí hendan samgongan er ogn hjá vinnuni, sum aftur eigur bankarnar.

Vit meira enn hóma oligarka ringrásina, har ávísar fyritøkur, og ávísar persónar dusa sær við fólksins rættindum, imperiibyggja, og nú eisini skulu sópa fólksins pengar innundir seg.

Sær næstan fyri sær hesar útlendsku gæsnar, sum verða royttar livandi, fyri at geva tí betra slagnum betri svøvn undir serliga góðum dúnsdýnum. Sektin liggur á hvussu liviumstøðurnar hjá naknu gásini eru.

Væl hava teir dugað, sjakalarnir! Fingið ein stóran part av føroya fólki at stuðla sær, í eini søk, eini samfelagskós, sum tryggjar teimum fáu renturs rentu fyri virðini og rættindini hjá okkum øllum.

Alt hettar noyðast tey samvitskufullu og dugnaliga bankastarvsfólkini at leggja rygg til. Neyvan verða tey eftirspurd. Tey sum dagliga skulu svara kundunum, men tæna eigarunum.

Á sum eg leingist eftir einum frælsum kappingarumhvørvi í Føroyum, har hvør dugnalig, ella arbeiðssom sál fær frælsi at virka og vinna, uttan at skula kroystast inn í karusell og klanhugsanina hjá oligarkunum.

Frælsi andin er hóttur í Føroyum í dag. Vinnustruktururin er einum kommunistiskum lýkur, og í sjónarringinum, sum ikki er so fjarur, hómast stættarmunir, sum vit hildu vera ein farin tíð.

Fólkið hevur fingið, tað sum tað hevur valt, men neyvan hava tey sæð meira enn hvørvisjónina í løtuvinninginum. Drigin uppá tráð av gyklanini um at tey eisini skuldu sleppa inn í lovaða fíggjarliga landið.

Ein part av rokningini hjá hinum fingu tey nú, men betur er at tiga, enn at læta koma til sjóndar at tú er drigin uppá tráð. Ikki so?

Fjøll skulu flytast, fyri at broyta gongdina, men tað krevur eina sjálvsrannsakan hjá teimum nógvu, og eina trygga fólksliga leið móti einum samfelag fyri øll, og ikki bert teimum fáu.

Uttan fólksins vilja til broyting, fáa vit meira til oligarkarnar, og minni til fólkið.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo