Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Sum peningastovnur er BankNordik fevndur av hvítvasklógini, ið hevur til endamáls at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Sambært §38 í lógini hava banki, leiðsla og øll onnur starvsfólk tagnarskyldu og kunnu tí ikki úttala seg um einstøk mál. Tagnarskyldan er ikki tíðaravmarkað, og brot á hana er revsivert.

Tískil ber heldur ikki til at svara fyrispurningum frá fjølmiðlum um ítøkilig mál í hesum sambandi. Hesum hevur BankNordik eisini greitt KVF frá í skrivligum svari.

Soleiðis fyribyrgja vit hvítvaski og fígging av yvirgangi
Yvirskipað snýr okkara arbeiði við fyribyrging af hvítvaski og fígging av yvirgangi seg um at kanna bakgrund og endamál í sambandi við allar óvanliga stórar flytingar og øll óvanlig flytingarmynstur og annað virksemi, har tað ikki ber til at staðfesta, at talan er um greitt og lógligt fíggjarligt virksemi.

Endamálið er at kunna staðfesta, um tað er grundarlag fyri at halda, at flytingarnar kunnu hava tilknýti til hvítvask ella fígging av yvirgangi. Um vit staðfesta nakað illgrunasamt í sambandi við hesar kanningar, hava vit skyldu til at boða Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK) frá hesum illgruna. Hetta er galdandi, annaðhvørt illgrunin verður staðfestur áðrenn ella aftaná, at ein kundi hevur flutt pening gjøgnum bankan.

Sum allir aðrir peningastovnar boða vit SØIK frá, so hvørt sum vit fáa illgruna ella varhuga av, at talan kann vera um hvítvask ella fígging av yvirgangi. Í 2020 fráboðaðu vit 176 mál til SØIK, og í danska peningastovnsgeiranum vórðu samanlagt meira enn 60.000 mál fráboðað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo