Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Badmintonfelag: Seinastu árini hevur BankNordik verið høvuðsstuðul hjá Havnar Badmintonfelag. Partarnir hava nú skrivað undir nýggja stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini.

”Havnar Badmintonfelag ger eitt týðandi arbeiði fyri børn og ung, og tað hevur verið hugaligt at fylgt menningini hjá felagnum seinastu árini. Vit vóna, at okkara stuðul kann vera við til at geva leikarum og venjarum umstøður til at halda fram á góðu kósini, og vit gleða okkum til at fylgja gongdini komandi árini,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.

Í Havnar Badmintonfelag eru vit sera glað fyri at hava ein so sterkan høvuðsstuðul sum BankNordik.

Eins og fyri flest øll ítróttarfeløg hevur tað sjálvbodna arbeiðið, sum limir, foreldur og aðrir stuðlar leggja í felagið, alstóran týdning. Men við BankNordik sum høvuðsstuðli fær Havnar Badmintonfelag eisini eitt fíggjarligt grundarlag, sum sum ger tað møguligt hjá felagnum framhaldandi at vera besta badmintonfelagið, at vera fremst innan badmintonítróttina í Føroyum og seta sær nýggj og hægri mál.

Samstarvið við BankNordik hevur higartil verið fyrimyndarligt. Vit í Havnar Badmintonfelag eru tí sera glað fyri at hava gjørt nýggja 2-ára avtalu við BankNordik sum høvuðsstuðli, og síggja vit fram til gott samstarv, eisini komandi árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo