Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

BankNordik: Tvøroyrar Fimleikafelag og BankNordik hava skrivað undir avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Tvøroyrar Fimleikafelag. BankNordik verður sostatt við til at stuðla einum virknum felagi og fer at verða ein sjónligur partur av fimleikafelagnum.

Eydis Kjærbo, deildarleiðari hjá BankNordik á Tvøroyri, og Sára Olsen, forkvinna í Tvøroyrar Fimleikafelag, møttust í farnu viku at undirskriva høvuðsstuðulsavtaluna.

Nýggja høvuðsstuðulsavtalan fer ynskiliga at virka fyri betri møguleikum at menna allar íðkarar, limir og venjarar í felagnum.

Tvøroyrar Fimleikafelag bjóðar eitt dygdargott tilboð til fólk í øllum aldri á allari Suðuroynni, har dentur verður lagdur á at bøta um heilsuna og at menna førleikarnar hjá tí einstaka. Tí eru vit í BankNordik sera fegin um nýggja samstarvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo