Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

BankNordik hevur verið høvuðsstuðul hjá Hondbóltssambandinum seinastu fimm árini, og nú er samstarvsavtalan longd fyri komandi hálvttriðja árið.

"BankNordik hevur, sum høvuðsstuðul seinastu fimm árini, verið ein sera sjónligur og dyggur viðspælari hjá hondbóltinum og er hetta eitt samstarv og ein avtalu sum ger mun og tryggjar góðu gongdina," sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Avtalan varð undirskrivað saman við Rúnu N. Rasmussen, marknaðarleiðara, í høvuðsætinum hjá BankNordik á Oknarvegi í dag.

"Virðini hjá BankNordik eru dugnasemi, eldhugi og framsøkni, og júst hetta hava vit av álvara sæð í føroyskum hondbólti seinastu árini. Vit fegnast um at hava verið við á ferðini higartil og gleða okkum til at bera Føroyar enn hægri upp á hondbóltstindarnar," sigur Rúna N. Rasmussen.

Nýggja samstarvsavtalan er galdandi fyri 2022 og 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo