Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Frá í dag til 25. mars fer Barbara Gaardlykke Apol at røkja fólkatingssessin fyri Sjúrð Skaale, ið er farin í farloyvi.

Hetta er triðju ferð hon tekur sæti á fólkatingi. Fyrstu ferð var í mars 2020, og aðru ferð var í mai 2021.

- Meðan eg taki sæti fari eg at varpa ljós á nakrar av teimum markaforðingunum, sum føroyingar kunnu møta í donskum skipanum. Hetta er nakað, eg legði stóran dent á undir valstríðnum, og tí ætli eg mær sjálvandi at nýta møguleikan at seta sjóneykuna á tað, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

Harafturat fer hon at luttaka á einari arktiskari ráðstevnu í Svøríki. Sjálv metir hon, at tað er av stórum týdningi at gera seg galdandi á teimum altjóða pallum, vit fáa atgongd til. Ikki minst, tá tað snýr seg um háaktuell mál, so sum viðurskifti í Arktis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo