Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Lestrarstuðulin var javnaður í august í ár við 7,7 prosentum – hægri enn nøkur onnur almenn veiting. Tí er tað ikki rætt, sum Bárður á Steig sigur, at studningurin til lesandi lækkar næsta ár, tí studningurin er longur javnaður fyri næsta ár.

Í fjør var hann javnaður við 2,7 prosentum, sum eisini var ein hægri javning enn almenna javningin.

Fara vit hinvegin longur aftur í tíð, er søgan ein heilt onnur. Tá liggur javningin summi ár á næstan 0 (null) prosentum og tað er tann trupulleikan, vit loysa nú.

Lestrarstuðulin verður í løtuni einans javnaður eftir prístalinum. Tá prístalið er høgt, sum nú, verður javningin eisini høg, men tá prístalið er lágt, sum tað ofta hevur verði seinastu nógvu árini, er javningin eisini ógvuliga lág og harvið hækkar studningurin at kalla ikki.

Bara seinastu trý árini hevur prístalið ligið millum 0,3% og 7,7%. Summi ár hevur prístalið enntá verði negativt og tá hevur verði neyðugt við lóg at forða fyri, at lestrarstuðulin ikki eisini minkar.

Flest aðrar almennar veitingar verða javnaðar við einum miðaltali av prístalinum og lønarvøkstrinum. Tað tryggjar ein javnan vøkstur í upphæddini ár um ár, eins og aðrar almennar veitingar. Tað tryggjar verandi javning av lestrarstuðlinum ikki.

Tí átti Bárður á Steig Nielsen heldur fegnast saman við teimum lesandi, at teimum nú er tryggjað ein hækkandi studning ár um ár.

Sólvit Nolsø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo