Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Barnafamiljurnar eru sera skerdar, nú tað stunda til jóla. Høgt rentustøði og høgir prísir á gerandisvørum og olju, ger at gerandisdagurin er vorðin munandi dýrari seinastu tíðina.

Jólini krevja vanliga nógv av fíggjarstøðuni hjá familjuni, og verandi prísstøði leggur bara stein oman á byrðu.

Tí fegnast minnilutin í Klaksvíkar Býráð um, at býráðið einmælt tekur undir við uppskoti okkara um at foreldur at børnum, ið ganga í dagstovni ella frítíðarskúla, ikki skulu gjalda fyri novembur og desmbur í ár. Tað vil siga, at eingi foreldur skal gjalda fyri pláss seinast í novembur og seinast í desmebur í ár. 

Inntøkurnar hjá kommununi hava enn einferð sett met, og vit kunnu fegnast um, at kommunan hevur fingið góðar 11,5 mió. kr. í meirinntøkum higartil í ár og bert fyri oktobur var meirinntøkan góðar 1,5 mió. kr.. Tí er tað upplagt, at peningurin verður brúktur til ein munagóðan lætta hjá barnafamiljum beinanvegin.

Jólini skulu snúgva seg um hugna, samanhald, gleði og familjuna.

Okkara vón er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljum eitt frírúm nú jólahøgtíðin nærkast. 

Jógvan Skorheim
Signhild V. Johannesen
Tummas Lervig
Annika Steintórsdóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo