Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kristiliga Tíðindatænastan: Kórið skal vera gestur hjá norska barnakórinum GLA´VOX, sum hoyrir heima í Skien, og koma at búgva hjá familjunum hjá børnunum í norska kórinum.

GLA´VOX-kórið vitjaði í Føroyum í september í fjør, tá tey høvdu konsertir í fullsettum hølum í Christianskirkjuni í Klaksvík og Nebo á Toftum.

Ein spennandi skrá er løgd til rættis, har kórið m.a. kemur at vitja í Ráðhúsinum og í kirkjuni í Skien, og eisini verður tíð sett av til ein siglitúr í Telemarkskanaluni við 135 ára gomlu M/S Victoriu.

Leygarkvøldið verður konsert í Gulsett kirkju í Skien, har føroyska og norska kórið koma at syngja í felag og hvør sær, bæði føroyskar og norskar sangir.

Sunnumorgunin, 24. september, verður Gudstænasta í Gulsett kirkju, har føroyska kórið eisini kemur at luttaka.

Kórið verður aftur í Føroyum mánadagin 25. september.

Tað eru hjúnini Anita og Oddmar Tausen á Toftum, sum eru samskiparar av ferdini, og vera eisini vid í ferdalagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo