Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betesda: Fyrsta barnamøtið verður fríggjadagin, har nátturða fyri bæði børn og vaksin er kl. 17, og so byrjar barnamøtið kl. 18.

Hildið verður fram leygardagin við drekkamunni til øll kl. 17, og so er barnamøti kl. 18.

Sunnudagin byrjar morgunmøtið kl. 11 við, at sungið verður saman við børnunum fyrstu 20 min., áðrenn tey fara í barnaansing. Kl. 12:30 byrjar barnamøtið, sum endar Kl. 13:30, tá ið frokostur verður fyri øll.

Skráin er í stuttum henda:

Fríggjadagin 2. september
Kl. 17:00 Nátturði fyri bæði børn og vaksin
Kl. 18:00 Barnamøti

Leygardagin 3. september
Kl. 17:00 Drekkamuður fyri bæði børn og vaksin
Kl. 18:00 Barnamøti

Sunnudagin 4. september
Kl. 11:00 Morgunmøti - børnini eru við til felagssang fyrstu 20. min.
Kl. 11:20 Barnaansing
Kl. 12:30 Barnamøti/samkomumøti
Kl. 13:30 Frokostur til øll

Bíbilska evnið fyri barnamøtini er Lukas, kap. 15, har vit hoyra søgurnar um hirðmannin og hin mista seyðin, um pápan og hin burturvilsta sonin og um kvinnuna og hina mistu drakmuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung og vaksin – og bjóðið endiliga øðrum við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo