Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Felags foreldramyndugleiki

Spurningur
1. Hevur samgongan ætlanir um at javnseta foreldur, tá umræður foreldramyndugleika, uttan mun til hjúnabands- ella bústaðarstøðu?

Svar
Reglur um foreldramyndugleika eru ásettar í lóg um foreldramyndugleika og samveru (foreldramyndugleikalógini).

Nýggja foreldramyndugleikalógin varð sett í gildi 1. januar 2023.

Í lógini er ásett, at foreldur hava foreldramyndugleikan í felag um tey eru gift ella seinni verða gift. Um foreldrini eru gift og fara hvør til sítt, heldur felags foreldramyndugleiki fram. Eru foreldrini ikki gift, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll. Ógift foreldur kunnu tó avtala, at tey skulu hava felags foreldramyndugleika. Avtalan skal fráboðast Familjufyrisitingini.

Eitt av endamálunum við nýggju foreldramyndugleikalógini var í størri mun at tryggja, at børn fingu rætt til bæði foreldur. Hetta varð m.a. gjørt við at víðka um felags foreldramyndugleika, soleiðis at foreldur eisini hava felags foreldramyndugleika, um tey hava búð saman ella á annan hátt kunnu prógva samlív ella tilknýti til hvønn annan seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt.

Sum nakað nýtt hevur rætturin eisini fingið heimild at taka avgerð um felags foreldramyndugleika. Soleiðis slepst undan at velja millum tvey líka væl skikkað foreldur.

Rætturin kann tó ikki taka avgerð um felags foreldramyndugleika, um bæði foreldrini eru ímóti hesum.

Áðrenn nýggja foreldramyndugleikalógin varð sett í gildi, kundi spurningurin um bústaðin hjá barninum bara verða avgjørdur við, at rætturin tók avgerð um, at felags foreldramyndugleikin varð strikaður og latin øðrum av foreldrunum ella við at flyta foreldramyndugleikan frá einum foreldri til hitt.

Við nýggju lógini hevur Familjufyrisitingin fingið heimild at taka avgerð um, hvar barnið skal búgva, uttan at støða skal takast til spurningin um foreldramyndugleikan. Bústaðurin hjá barninum kann ofta vera tað, sum ósemjan snýr seg um, tá ið foreldrini ynskja at seta felags foreldramyndugleika úr gildi. Við hesi heimild hava foreldrini sostatt fingið betri møguleika fyri at varðveita felags foreldramyndugleika.

Hóast eitt foreldur ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, hevur barnið rætt til samveru við tað foreldrið, sum barnið ikki býr hjá. Tað er Familjufyrisitingin, sum tekur avgerð um samveru, um foreldrini ikki verða samd um eina samveruskipan.

Foreldur, ið ikki hevur lut í foreldramyndugleika yvir barnið, hevur eisini rætt til kunning um barnið. Foreldrið hevur rætt til at fáa upplýsingar um viðurskifti hjá barninum frá skúla, dagstovni, almanna- og heilsuverkinum (íroknað privatum sjúkrahúsi), tannlækna og øðrum myndugleikum.

Ætlar eitt foreldur at flyta ella at flyta við barninum, tað veri seg innan- og uttanlandsflyting, hevur viðkomandi skyldu at boða hinum foreldrinum frá í seinasta lagi 6 vikur áðrenn flyting.

Fráboðanarskyldan er galdandi fyri bæði foreldur, óansæð um viðkomandi hevur barnið búgvandi ella ikki, og uttan mun til, um foreldramyndugleikin er felags ella annað av foreldrunum hevur einaforeldramyndugleika.

Við nýggju foreldramyndugleikalógini hevur barnið sostatt í størri mun fingið tryggjað rættin til bæði foreldur. Ásetingarnar um foreldramyndugleika eru bøttar munandi, eins og foreldrini í størri mun eru javnsett bæði í mun til rættindi og skyldur mótvegis barninum.

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at gera broytingar á økinum.

Tórshavn, 23. oktober 2023
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo