Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skal eitt menniskja ráða yvir sínum egna kroppi? Sjálvandi, men so leingi teirra frælsi ikki er ágangur á eitt annað menniskja.

Tað er tí vit ráða yvir okkara kroppi, men altíð til eitt mark.

Lógin loyvir okkum ikki at fremja harðskap ella gera okkum inn á eitt annað menniskja.

Skal kvinnan ráða yvir egnum kroppi?

Sjálvandi, men so leingi hennara frælsi ikki er ágangur á eitt annað menniskja…

Tað hevur týdning, at lógin verjir øll lív, uttan mun til hvussu gomul vit eru.

At vit øll hava rætt til lív, rætt til frið og rætt til at vera vard, eisini menniskja í móðurlívi, sum er sín egni kroppur.

Hetta menniskja í móðurlívi má eisini hava rætt, at “ráða yvir sínum kroppi” - her meini eg, at tey mugu sleppa at liva.

Hetta er tann mest grundleggjandi mannarætturin, og á hendan byggja vit allar aðrar so sum talufrælsi, trúðarfrælsi, osv.

Hví vera mamman og barnið altíð sett upp móti hvørjum øðrum?

Eru tey fíggindar?

Tey sum eru av sama blóði og ætt?

- Nei, vit kunnu velja bæði og geva báðum ein góða framtíð og taka okkum væl av báðum, eisini um hendan framtíðin ikki er saman.

- Lat okkum arbeiða fyri bæði!

Dina Jensdóttir Norðberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo