Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Barry Humphries, sum her hjá okkum helst er betur kendur sum Dame Edna, er deyður, 89 ára gamal.

Australski skemtarin doyði í morgun á einum sjúkrahúsi í Sydney, har hann var í viðgerð fyri fleiri sjúkur, skrivar Sydney Morning Herald.

Dame Edna, sum Barry Humphries var best kendur fyri, skuldi vera ein parodi uppá australsku húsmóðrina. Hon var fyrstuferð á palli longu í 1955. Tá æt hon Mrs Norm Average, sum á føroyskum kanska kundi verið frú Norma Miðal.

Dame Edna gjørdist ein so stór success, at hon bleiv heimskend við egnum talkshowi har eitt nú Sean Connery, George Clooney og Mel Gibson vóru gestir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo