Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Upprunaliga var barsilslóggávan ein góður grundarsteinur í okkara vælferðarsamfelag. Tó er hesin grundarsteinur minkaður burtur í einki og avspeglar ikki okkara samfelag í dag.

Tvørturímóti, spennir lóggávan bein fyri møguleikunum hjá føroyskum barnafamiljum, umframt at økja um ójavnan millum kynini á arbeiðsmarknaðinum.

Hámarkið fyri barsilútgjaldið er 25.000 áðrenn skatt. Hetta hámarkið varð ásett í 2004 og hevur verið óbroytt síðani, hóast lønarútgjaldingarnar í Føroyum uppá hesi 19 árini eru farnar frá at vera 5,8 mia í 2004 til 11,1 mia. í 2022.

Livikorini eru nógv broytt, og hetta merkist dagliga við m.a. inflatión, rentuhækkingum og príshækkingum á búðstaðarmarknaðinum.

Hóast tað, tekur hámarkið fyri barsilútgaldið framvegis støði í samfelagsumstøðunum í 2004 – hetta er alt annað enn nøktandi!

Barsilsinngjaldið er tengt prosentvís av lønarútgjaldingunum.

Hetta merkir, at í 2004 var inngjaldið til barsilgrunnin 0,86% av 5,8 mia. tvs. góðar 50 milliónir, samanborið við góðar 96 milliónir í 2022.

Hvussu kann tað bera til, at lønarútgjaldingarnar eru tvífaldaðar og inntøkugrundarlagið hjá barsilsgrunninum fylgir samfelagsgongdini, meðan útgaldið er tvey áratíggju aftanfyri?

Verður alt etið burtur í umsiting, ístaðin fyri at tæna tí endamáli, grunnurin er til fyri?

Ein skal ikki vera nakar búskaparfrøðingur fyri at síggja, at ein skeivleiki er í skipanini, sum landsstýris- og løgtingsfólk ikki hava tikið í álvara og møguliga avspeglast hetta í dalandi burðartalinum sum vit longu nú síggja sum eina framtíðar samfelagsavbjóðing.

Føroyskar barnafamiljur hava ikki ráð at fara í barsil, tí inntøkumissurin er stórur, meðan dagligu útreiðslurnar eru tær somu.

Sum ein avleiðing av hesum, verður raðfestingin hjá barnafamiljum at klára fíggjarligu avbjóðingina og tí er tað lægsta inntøkan í húskinum, sum stendur fyri skotum.

Hetta er rótin til javnstøðutrupulleikan á arbeiðsmarknaðinum, nú inntøkustøðið hjá kvinnum yvirskipað er lægri enn hjá monnum og tí verður niðurraðfest.

Harvið verður býtið av barsilstíðini eitt úrslit av, hvussu inntøkumissurin hjá húsarhaldinum verður sum minst.

Vit styrkja so ikki um javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum við núverandi lóggávu – heldur tvørturímóti.

Yvirskipaða inntøkustøðið hjá kvinnum, samanborið við hjá monnum, fer so ikki at hækka við núverandi lóggávu og fara tað framhaldandi at vera tær, sum taka nærum allan barsilin og vera longri burtur frá arbeiðsmarknaðinum.

Hámarkið fyri barsilsútgjaldið hoyrir snøgt sagt einari aðrari tíð til og burdi tað ligið til høgrabeinið hjá sosialu samgonguni at raðfest beinanvegin.

Foreldur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo