Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beiggi mín hevur rikið egna vinnufyritøku í Grønlandi í mong ár.

Tó er hann sera heimkærur og vitjar javnan heima í Føroyum.

Serliga tí hann eigur jørð her heima og dámar væl at koma til fjallgongu.

Eftir uppskotinum um gongd í haga, skal hann nú rinda hagagjald (Høgnagjald) og boða Vinnumálaráðnum frá, um hann skal á fjall á egnum matrikkli.

Treytin fyri at sleppa undan gjaldinum er, at ein er skattskyldigur í Føroyum.

Tað merkir, at vit í løgtinginum, og tey mongu úr útlandinum, sum eru komin til landið at arbeiðia, sleppa undan.

T.v.s. at ein útlendingur í Føroyum skal einki rinda og nýtist heldur ikki at boða frá.

Útlendingurin kann ganga frítt.

Men tað kann beiggi mín ikki - heldur ikki á egnum matrikkli.

Hetta er ikki í lagi.

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo