Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sunnudagin eru dystirnir um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum, og ágóðin hesaferð verður latin Beranum.

Dystirnir um Lionsbikarið eru hjá kvinnum klokkan 15 millum H71 og Kyndil, og hjá monnum klokkan 17 millum H71 og VÍF.

Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum samstarva um dystirnar, og ágóðin verður sum vant latin einum vælgerandi endamáli.

Sum gjørt hevur verið seinnu árini, verður ágóðin frá stórsteypadystunum í fótbólti eisini taldur við, so ein størri upphædd kann handast.

Stuðla Beran
Hesaferð verður tað Berin, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið í hondbólti og so aftur stórsteypadystunum í fótbólti, tá ið teir verða spældir til várs.

Berin er til teirra, ið hava mist ella hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin, og til teirra, sum hava mist barn.

– Tá eitt foreldur, systkin ella barn gerst sjúkt ella doyr, elvir tað ofta til stórar, svárar broytingar í gerandisdegnum, siga tey í Beranum.

Tey geva børnum, ungum, foreldrum ella umsorganarpersónum tilboð um bólkar, ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo