Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

.... eiga at verða takksom fyri at solidariska skipanin um gjalds skipan í sambandi við undirsjóvartunlar hevur staðið sína roynd og skapt so stóran framburð. Solidariski íløguhugurin hjá tí almenna í Vágum og Klaksvík/Norðoyggjum, og nú skjótt eisini Eysturoyggin og Sandoyggin eru eitt gott dømi, og vónandi unna almennu Føroyar eisini Suðuroynni lut í hesi menning!

Ikki bert Vágar hava notið gott av einari solidariskari innkrevjingarskipan í sambandi við undirsjóvartunlar, men eisini Klaksvík og Norðoyggjar, og vit skulu sjálvandi unna øðrum pørtum av landinum at fáa lut í tí menning sum hevur verði í kjalarvørrinum av tunnilsgjøldunum, og taka støðu til at allar íløgur í framtíðini í sambandi við undirsjóvartunlar verða koyrdir í eitt felag, og fíggja allar slíkar tunlar í Føroyum í framtíðini. Tað er ikki meira enn rímiligt og rætt, og bert soleiðis ber til at fíggja slíkar verkætlanir í framtíðini, og bert soleiðis fæst kostnaðurin fyri ferðandi bíligari.

Eitt gott dømi er Sandoyartunlin, sum neyvan hevði sæð dagsins ljós, uttan at verkætlanin var knýtt at Eysturoyartunlinum, og neyvan verður gjørligt at gera undirsjóartunnilin til Suðuroyar uttan at tunnilin verður knýttur at øðrum undirsjóvartunlum.

Bert soleiðis menna vit Føroyar!

Lasse Klein

NB: Les eisini: www.vp.fo/news/iikki-meira-enn-rimiligt-vi-solidariskari-gjaldsskipan

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo