Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fríggjakvøldið lendu Hunter Thompson og Bethany Wohrle saman við bólki í Vágum. Tey eru glað fyri at vera her, og fyri Hunter hevur tað verið ein dreymur frá barni av at sleppa til hesar oyggjar.

Tey hava brúkt leygardagin til at hyggja seg um á vøkru oyggjunum, og eisini hava tey fyrireikað seg til konsertina sunnukvøldið, sum tey eru sera spent til.

Sigast kann um Hunter, at hóast sín unga aldur hevur hann verið virkin sum lovsangsleiðari og sangskrivari hjá samkomuni Bethel í nógv ár. Hann hevur verið við til at skriva fleiri sangir á seinnu útgávunum hjá Bethel Music, m.a. Come Awaken Love (Tides and Tides live), Home (We Will Not Be Shaken) og Be Enthroned (Have it all).

Bethany er fødd og vaksin upp í Venice, Florida. Hon vaks upp í einari sera musikalskari familju og síðan tey fluttu til Redding í California gjørdist hon partur av Bethel Music.

Bethel Music eru kend fyri teirra heilhjartaða lovsang, og síðan 2001 hava tey givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg.

Tey verða á palli í Kelduni sunnukvøldið 5. august kl. 20.

Dyrnar lata upp kl.18, og møguleiki verður eisini at keypa fisk og kips frá Sjógæti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo