Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Bosnia-Hersigovina - Mynd: Fróði Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Bosnia-Hersigovina - Mynd: Fróði Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Bosnia-Hersigovina - Mynd: Fróði Danielsen

FSF: Undan dystinum kendi føroyski venjarin og hópurin annars lítið og einki til mótstøðuliðið. Tó var øllum greitt, at Bosnia-Hersigovina, sum seinni í ár skal til EM-endaspælið fyri U16-gentur, var mett sum sterkasta lið í bólkinum, og væntandi fóru okkara gentur at verða lagdar undir eitt støðugt trýst mestsum allar 90 minuttirnar.

Men soleiðis bleiv ikki. Als ikki. Talan gjørdist um ein sera javnan dyst, og serliga fyrsta korterið sótu okkara í tí mesta, og komu eisini fram til fleiri góðar støður, meðan tær hjá Bosnia-Hersigovina høvdu lítið og einki at koma við hesa løtuna.

Ikki fyrr enn góður hálvur tími var spældur kom heimaliðið til fyrsta veruliga málmøguleikan, og tá eydnaðist teimum eisini at fáa bóltin í netið. Talan var um eitt mistak í føroysku verjuni, og so var 1-0. Hetta skuldi samstundis vísa seg at gerast einasta málið í dystinum.

Eftir steðgin sótu okkara gentur á meginpartin av spælinum, og vóru leikliga omaná í øllum hagtølum – men bara ikki á máltalvuni.

– Eg eri sannførdur um, at vit vóru betri. Tí iðri eg meg ómetaliga nógv um hetta tapið. Tað er annars hugaligt at síggja ta menning, sum hesar gentur eru í. Tveir dystir á rað hava tær spælt fult upp ímóti rættuliga sterkari mótstøðu, so vit gleða okkum til næsta dyst, sigur venjarin, Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur, sum eisini er tann seinasta í kappingini, er móti Norðurírlandi sunnudagin 10. apríl klokkan 11:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo