40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent uppskot til broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku til hoyringar, sum m.a. skal bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá langtíðarsjúkum.

Sambært galdandi lóg, kann dagpeningur vegna sjúku í mesta lagi veitast í 40 vikur, svarandi til umleið 9 mánaðir. Tað er ikki óvanligt, at persónur t.d. við krabbameini er óarbeiðsførur í longri tíð enn 9 mánaðir, og viðkomandi er tá ikki tryggjaður inntøku. Umframt heilsuligu avbjóðingarnar kann støðan sostatt eisini blíva til ein fíggjarligan smeit fyri sjúklingin.

Ætlanin hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er, at dagpeningur skal kunna veitast í 52 vikur, umframt at dagpeningur í ávísum førum eisini verður veittur í longri enn 52 vikur.

Uppskotið, sum er sent til hoyringar, inniheldur eisini aðrar broytingar, m.a., at tey við útsettari pensjón fara at fáa rætt til dagpening í sambandi við sjúku. Tað hevur týdning, at vit eggja teimum eldru at arbeiða, og tí er eisini neyðugt, at vit skipa karmarnar fyri tey, sum útseta fólkapensjónina, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 27. august, og gongst sum ætlað, koma broytingarnar í gildi 1. januar 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo