Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-195/2021 eftir §52a í tingskipanini um viðgerðartilboð til gikta- og psoriasissjúklingar, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hví er fyribyrgingartilboðið í Kroatia broytt, so færri gikta- og psoriasissjúklingar úr Føroyum sleppa avstað?

2. Hví eru krøvini munandi herd?

3. Hevur sjúkrahúsverkið nakað annað líknandi alternativ til sjúklingar, sum eru raktir av psoriasis og gikt?

4. Brúkar danska heilsuverkið líknandi viðgerðir sum fyribyrgingarleist?

5. Hví fylgja Føroyar ikki leistinum og krøvunum, sum danir brúka?

Svar:
Til spurning 1, 2 og 3

Tað er Sjúkrahúsverkið, ið varðar av og umsitur serviðgerðir uttanlands.

Tað er Landssjúkrahúsið, sum í fleiri ár hevur sent sjúklingar við psoriasis og gikt til klimaviðgerð í Naftalan í Kroatia. Sambært Súkrahúsverkinum er hetta gjørt í samstarvi við avvarðandi sjúklingafeløg og donsku ferðaskrivstovuna “Et bedre liv”.

Siðvenjan hevur verið, at umleið 20 sjúklingar hava fingið í boði hesa klimaviðgerð árliga. Í talvuni niðanfyri er talið av sjúklingum fyri tíðarskeiðið 2012-2021.

##med2##

Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur mannagongdin í stuttum verið tann, at tey við psoriasis ella gikt, ið hava mett seg hava tørv á viðgerð, eru biðin um at fara til sín kommunulækna, tá tíðin nærkaðist at søkja um pláss til klimaviðgerð. Áhugafeløgini hjá hesum sjúklingabólkum hava staðið fyri at lýsa í miðlunum.

Kommunulæknin hevur mett um og sent ávísing til serlækna á Landssjúkrahúsinum. Serlæknarnir hava síðani út frá eini læknafakligari meting valt tilsamans 20 fólk út – vanliga 10 við psoriasis og 10 við gikt.

Sjúkrahúsverkið hevur fyri stuttum upplýst fyri landsstýrismanninum, at tey hava broytt mannagongdina.

Broytta mannagongdin skal sambært Sjúkrahúsverkinum m.a. síggjast í ljósinum av, at tað eru hend stór framstig í viðgerðini seinnu árini, og eitt nú er viðgerðin við lívfrøðiligum heilivági ment heilt nógv til hesar báðar sjúklingabólkarnar.

Sambært Sjúkrahúsverkinum fáa teir allarflestu sjúklingarnir betri úrslit við nýggju viðgerðarmøguleikunum enn við klimaviðgerð, og tí hava tey tikið avgerð um at broyta ávísingarháttin soleiðis, at færri nú fáa bjóðað klimaviðgerð.

Í 2022 er higartil bert ein sjúklingur við psoriasis visiteraður til klimaviðgerð í Kroatia, og sambært Sjúkrahúsverkinum sæst sama rák eisini í Danmark.

Sambært Sjúkrahúsverkinum ber framvegis til við nýggju mannagongdini at verða ávístur til klimaviðgerð, men har serlækni í hvørjum einstøkum føri ger eina ítøkiliga meting út frá “Nationale kliniske retningslinjer”, sum danska Heilsustýrið gevur út.

Sambært Sjúkrahúsverkinum brýtur hetta frá gomlu mannagongdini, har tað frammanundan var givið, at tilsamans 20 fólk – vanliga 10 við psoriasis og 10 við gikt – sluppu avstað.

Til spurning 4 og 5
Sambært Sjúkrahúsverkinum byggir metingin hjá serlæknum á danskar leiðreglur, sonevndu “Nationale kliniske retningslinjer”, sum danska Heilsustýrið gevur út.

Heilsumálaráðið, 1. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo