- At Marjus Dam svav í tímanum, tá lógin um fast samband um Vestmannasund varð samtykt, er eingin ivi um.
- Vit, sum hava stuðlað Sambandsflokkinum í Vágum í síni tíð, áðrenn Føroyar gjørdust eitt valdømi, mugu smyrja okkum við, at Marjus Dam átti at spurt, hvat orðið “útveganarkostnaður”í grein1 í lógini merkir.
Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, í sambandi við grein hjá Svend Aage Ellefsen her á VP fyrr í dag.
- Men at formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hevur havt eina fjalda dagsskrá saman við formanninum í Sambandsflokkinum, Bárði Nielsen, nokti eg snøgt sagt at trúgva fyribils, sigur borgarstjórin.
- Tí bíði eg, saman við fleiri øðrum, í spenningi eftir svarinum frá Bárði og Jørgen í sambandi við ákærurnar frá Svend Aage Ellefsen á Vágaportalinum í dag, sigur Sune Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo