Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 32/2023: Uppskot til samtyktar um flyting av ætlaðu niðurlagingini av ríkisveitingini til P/F Suðuroyartunnil.

Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen, Magnus Rasmussen, Erhard Joensen, Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen, tingfólk, hava vegna Sambandsflokkin lagt málið fram 6. oktober 2023, og eftir 1. viðgerð 19. oktober 2023 er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 2., 6. og 9. november 2023.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við P/F Suðuroyartunnil, landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, og løgmann, Aksel V. Johannesen.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Eyðgunn Samuelsen, Birita Matras Petersen, Eirikur í Jákupsstovu, Hanna Jensen, Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

Undir viðgerðini er komið fram, at arbeiðið við at fyrireika Suðuroyartunnilin er skipað soleiðis, at samstundis sum kanningar av undirlendi v.m. verða gjørdar, verður ein haldføriskanning gjørd og ein fíggingarleistur funnin.

Sostatt er arbeiðið við at finna ein fíggingarleist í gongd.

Í fyriliggjandi uppskoti verður mælt til, at tann parturin av ríkisveitingini, sum samgongan hevur tikið avgerð um at lækka hesa veiting við, verður nýttur sum eginfígging hjá P/F Suðuroyatunlinum.

Meirilutin er av tí áskoðan, at rættast er at bíða, til arbeiðsbólkurin, ið kemur við tilmæli um fíggingarleist, er liðugur við sítt arbeiði, áðrenn støða verður tikin til, hvussu tunnilin skal fíggjast.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Magnus Rasmussen) vil vísa á, at við hesum uppskotinum verður lagt upp til, ístaðin fyri at niðurlaga ríkisveitingina, at ætlaða árliga niðurlagingin verður flutt til P/F Suðuroyartunnilin sum eginfígging til bygging av einum suðuroyartunli.

Endamálið við uppskotinum er:
- at økja um kredittvirðið
- at tryggja, at tunnilsverkætlanin kann gerast veruleiki
- at fíggingarútreiðslurnar gerast so lágar sum til ber, tá tunnilin verður tikin í brúk

Tað er einki at ivast í, at ætlaða byggiverkætlanin at gera ein tunnil til Suðuroyar krevur góða fyrireiking og neyvar ætlanir. Nakrar raðfylgjur í fyrireikingunum eru t.d. at gera seismiskar kanningar, prosjektering, kostnaðarmeting, fíggingarleist, rakstrarætlan o.a.

Alt hetta hevur stóran týdning, men fíggingin av verkætlanini er altavgerandi. Veruleikin er bara, at uttan hóskandi fígging verður eingin tunnil, og tað skulu vit gera okkum púra greitt.

Hetta uppskotið gevur eitt gott boð uppá, hvussu vit kunnu styrkja eginfíggingina, tí eftir leistinum í uppskotinum, so gevur ætlaða niðurlagingin av ríkisveitingini 850 mió. kr., tá vit koma fram til 2032. Hetta hevði tí verið eitt gott ískoyti til at fremja verkætlanina og knýta Suðuroynna í meginøkið.

Tá tað snýr seg um fígging, fevnir tað serliga um støddina á eginfígging, sjálva lánsupphæddina, afturgjaldstíð, rentustøði og ikki minst kredittvirði hjá lántakara.

Við einum lánstørvi uppá nakrar mia. kr. hava eginfígging, afturgjaldstíð og rentustøði sera stóra ávirkan á leypandi lánsgjøldini, sum skulu rindast lánsveitaranum og á rakstur.

Hetta uppskotið leggur upp til, at ein munagóð upphædd verður tøk sum eginfígging, og tað er bæði skilagott og neyðugt.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo