Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fjepparafelagið “Vestursíðan”: Fjepparafelagið “Vestursíðan” er nýggja fjepparafelagið hjá 07 Vestur. Kring leikvøllir í ár hava tey verið sera sjónlig og hava sett sín heilt serliga dám á dystirnar hjá 07 Vestur.

Felagið hevur longu nú valt at útnevna fyrsta heiðurslim felagsins. Talan er um Hans Birgir Hansen, eisini nevndur Biggi.

Biggi hevur í nógv ár staðið trúgvur á síðulinjuni og rópað á 07 Vestur. Næstan hvønn heimadyst er hann komin vestur við trummu síni, og eisini til útidystirnar hevur hann verið fúsur. Tá hann frætti, at fjepparafelag skuldi stovnast, so var hann beinanvegin klárur at stuðla.

Tí helt nevndin tað vera sjálvsagt, at Biggi skuldi gerast heiðurslimur í Vestursíðuni.

Biggi er ikki so birgur longur og hevur av tí sama ikki verið nógv at sæð til dystir í seinastuni. Tí vitjaði Ragnar í Haraldsstovu Petersen, formaður í Vestursíðuni, heima hjá honum og handaði honum skreytblað og áprentaða leikarablusu. Biggi varð sera glaður um heiðurin, og hann er eisini sera errin av, at hansara stuðul er við til at gera mun fyri felagið og fjeppararnar.

Ikki er vist, at Biggi verður so nógv at síggja við vøllin framyvir, men hann fylgir enn so væl við kappingini, sum heilsan loyvir. Næst á skrá er hálvfinalan millum HB og 07 Vestur, sum verður mikukvøldið. Við at útnevna Bigga til heiðurslim vil Vestursíðan vísa, at hansara stuðul til 07 Vestur er virðismettur og ikki verður gloymdur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo