Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jaspur Langgaard, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Eystur- og Sandoyartunlar og ríkisfelagsskapurin

Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um P/F Eystur- og Sandoyartunlar í sambandi við tunnilsbyggingar hava gjørt eina lánsavtalu við teirri treyt, at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum?

2. Um so er, at hetta er ein partur av lánstreytunum, kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar orðingar eru brúktar í avtaluni?

Viðmerkingar:
Tað hava gingið leysatíðindi, líka síðani P/F Eystur- og Sandoyartunlar gjørdi avtalu við sínar útlendsku lánsveitarar, at ein týðandi og avgerandi treyt fyri at gera hesa lánsavtalu var, at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum, umframt at landskassin veitir trygd fyri einum parti av inntøkugrundarlagnum.

Tað eru gjørdar ymiskar royndir at útvega nærri upplýsingar frá felagnum og málaráðnum í landsstýrinum um henda partin av lánsavtaluni, men tað hevur higartil ikki borið til at fáa innlit í avtaluna ella henda partin av avtaluni.

Hesar meira politisku bindingar í avtaluni eru sera viðkomandi at fáa lýstar fyri Føroya fólki, hvørt hetta er rætt ella skeivt, m.a. tí tær munandi ávirka møguleikarnar hjá Føroyum at taka loysing frá Danmark komandi nógvu árini. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 10. mars 2022
Jaspur Langgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo