40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Biogassverkið. FØRKA, sum fór til verka fyrr í ár, hevur gjørt sínar fyrstu royndir at lata Fjarhitafelagnum hita.

FØRKA hevur higartil megnað at veitt Fjarhitafelagnum 800 kW um samdøgrið, sum svarar til hita og heitt vatn hjá umleið 250 húsarhaldum. Málið er, at Fjarhitafelagið fær 1,3 MW av grønari hitaframleiðlsu um samdøgrið frá FØRKA. Tað svarar til hita og heitt vatn til 400 sethús.

- Tað er hugaligt at síggja, at aðrar grønar orkukeldur nú verða knýttar upp í fjarhitaskipanina, sum er ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum. Hetta er í tráð við umhvørvispolitikkin hjá býráðnum, og vit gera alt fyri at halda fram at breiða fjarhitan út um høvuðsstaðin, sigur Bogi Andreasen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.

Hans Christian Dam, stjóri, fegnast eisini um, at biogassverkið nú er knýtt upp í fjarhitaskipanina.

- Hetta er fyrsti grøni hitin, sum ikki stavar frá brennistøðini á Hjalla ella avlopshita frá Sundsverkinum. Og vit ætla at halda fram at byggja bæði vindorku og sjóvarhita inn í skipanina, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Hann sigur, at hóast tað er eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhita ígjøgnum høvuðsstaðin, so er nógv vunnið, tá fjarhitaleiðingin er komin at liggja, tí hon kann í roynd og veru bera hita frá øllum hugsandi grønum orkukeldum til húsarhald og bygningar í høvuðsstaðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo