Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í morgun var lítið hátíðarhald í Býlingshúsinum Vesturi á Flat í sambandi við, at Birita Weihe hevði 20 ára starvsdag. Sjálv visti hon einki um hátíðarhaldið, sum starvsfólkini og maðurin Petur loyniliga høvdu skipað fyri.

Birita er sera vælumtókt og kend fyri bókstaviliga at ganga upp í sítt arbeiði við lív og sál. Hon er altíð væluppløgd. Hon er sera prátingarsom og kend av hundraðtals børnum og foreldrum í býnum.

Borgarstjórin var eisini við at heiðra Biritu. Hann segði m.a., at tað er gott at hava røsk og trúføst starvsfólk. Birita er eitt av hesum starvsfólkum, har tað eru ár og dagar ímillum, at hon er sjúk. Tað er lættari at tilrættaleggja, tá starvsfólkini eru so trúføst.
 
- Tá Birita stendur fyri eini verkætlan, um tað so er foreldrakaffi við upp til 50 til 75 foreldrum ella Luciagonga við 30 børnum, so hevur hon 100% kontroll á tí, uttan mun til, hvussu rokut støðan annars er á stovninum. Og heldur hon tað vera neyðugt, so fer hon til arbeiðis, bæði á kvøldi og klokkan 6 um morgunin. Tí børnini skulu hvørki skuffast ella snýtast.
 
- Eitt annað, sum eyðkennir Biritu er, at hon væl kann finna uppá at fara til arbeiðis í feriuni. So er hon vís í, at garderobur og klyvar eru í ordan, tá børnini koma á stovnin: Nøvnini eru komin upp, føðingardagskalendarin á vegginum er uppdateraður og okkurt klipp er komið uppá veggin - alt bara fyri, at børnini skulu kenna seg vækkomin!
 
- Birita dugir avbera væl at siga søgur. Hon skapar og yrkir, meðan hon fortelur, og hetta elska børnini. Hon hevur sjáldsama góða rødd og syngur ofta við børnunum. Framum alt dugir hon væl at fara við øllum, bæði børnum og vaksnum - og tað er sjálvandi ein serliga góð gáva at hava, tá ein starvast í barnagarði, segði borgarstjórin.

Borgarstjórin og Birita hava virkað saman í fleiri høpum, eitt nú innan Lions.

- Birita er kvívíkingur og tí kann hon sjálvandi ikki halda við HB, men hon er B36'ari um ein háls, bæði hon og Petur hava verið hjálparfólk hjá B36. So nógv av frítíðini er farin við fótbólti. Inn ímillum hevur hon havt stundir at brodera føroysk klæði uppá báðar synirnar og onnur, segði borgarstjórin m.a.

Borgarstjórin handaði blómur og gávu.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo