40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jógvan Fríðriksson, biskupur, fekk spurning frá VP, sum ljóðaði:

- Um nú bispur fær boð frá ovasta politiska myndugleikanum um at loyvi skal gevast prestum at brúka heitið sammøður í kirkjubókunum, veit bispur so, um allir prestar fara at gera tað?

Og í svari til VP, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, seg ikki hava fingið nakað skriv um skráseting í kirkjubókunum.

- Biskupur fekk eina kunning frá Vinnumálaráðnum fyri vikum síðani.

- Vit hava sostatt eingi boð fingið frá myndugleikunum og at kalla einki hoyrt.

- Í formligari skráseting telur ein kunning ikki við atliti at skráseting, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Biskupur væntar, at Fólkakirkjan kemur at útinna tað, ið henni verður álagt við atliti at bókini.

- Men, eingin prestur verður biðin um at arbeiða ella virka móti síni sannføring.

- Í etiskum málum er tað vanligt, at sannføringin ella samvistkan hevur rætt at tala og tala at. So verður eisini her, og biskupur fer ikki at revsa prestarnar hesum máli viðvíkjandi, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur at enda í svarinum til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo