

Tað eru ikki bara siðbundnu partabrøvini sum seinastu tíðina eru minkað nógv í virði, eisini tey sonevndu kryptogjaldoyrini eru farin sama veg. Eitt tað kendasta slíka er helst Bitcoin, sum seinastu mánaðirnar er minkað við meira enn eini helst. Ein Bitcoin varð 12. november í fjør handlað fyri 64.293 dollarar, men kann nú keypast fyri 26.837 dollarar.
Eisini onnur líknandi gjaldoyru, sum ikki hava nakað veruligt og ítøkiligt virði ella tjóðbanka aftanfyri seg, eru minkað heilt munandi í virði, síðani kreppan byrjaði og renturnar fóru at hækka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo