40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Niklas Nikolajsen sum í Føroyum er kendur tí hann er langabbasonur stórreiðarin og -keypmannin í Klaksvík J.F. Kjølbro, samstundis sum hann hevur gjørt vart við seg, tí hann er vorðin sera múgvandi av at handla við kryptogjaldoyrum sum Bitcoin, selur nú út av goymslum sínum.

Tað ger hann, tí hann hevur brúk fyri donskum krónum, skrivar hann á facebookvanganum.

Bitcoin og eisini fleiri onnur sonevnd kryptogjaldoyru eru annars fallin nógv í virði í seinastuni, og fleiri keypsskálar sum handla fyri stórar upphæddir á netinum eru komnir í álvarsligar trupulleikar, tí teimum væntar gjaldføri, nú hugurin at selja er størri enn hugurin at keypa. Og tí kann tað tykjast løgi og eitt tekin um ótryggleika, at Niklas Nikolajsen nú vil selja.

VP hevur vent sær til Niklas Nikolajsen og spurt um hann eisini mælir øðrum, sum eiga kryptogjaldoyru, til at selja, hví hann heldur, kryptogjaldoyru ikki fara at fella enn meira í virði og hvussu tað gongst hjá Bitcoin Suisse AG, sum hann var við til at stovna. Men hann hevur ikki vent aftur við svari.

Niklas Nikolajsen skrivar á sínum facebook vanga, at tað tók honum tveir dagar at selja tað, sum hann ætlaði at selja, og tí er tilboðið um at keypa ikki galdandi longur. Hann hevði annars sett tilboðið at vera galdandi í 7 dagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo