Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eydnaðist eftir øllum at døma eini familju í Vestmanna at bjarga eini smyrlabøgu frá tí vissa deyða fyrr í vikuni. Smyrilin er ein sera sjáldsamur fuglur, sum ikki sæst oftani. Hildið verður, at einans 25 - 50 pør eiga í Føroyum.

Hesin hevði vavt seg inn í eina nót liggur saman við øðrum óruddi við fremru byrgingina hjá SEV í Fonsdali. Sum skilst stavar óruddið frá alivirksemi, sum einaferð var har, men sum ikki er longur. Men felagið, sum stóð fyri virkseminum, er ikki til longur, og tí er ongin sum hevur ábyrgdina.

Anja Tórshavn Vidtfeldt Kvilt sigur á sínum facebook vanga, at tey hoyrdu fuglin stríðast við at sleppa leysur, tá tey vóru ein túr í haganum. Tey royndu sum frægast at hjálpa honum at sleppa leysur.

- Men hví liggur slíkt og rekst í haganum í áravís, hevur ongin ábyrgdina, eru tað fleiri ið spyrja, sum gera viðmerkingar til dagføringina hjá Anju.

- Tað líkist ongum at órudd sum hetta sleppur at liggja í haganum og ikki verður beint burtur, halda fleiri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo