Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, luttók í gjár á einum fundi um dátuvernd, sum Didier Reynders, ES-lógarkommisserur, skipaði fyri.

Við á fundinum vóru umboð fyri øll limalondini, sum ES-nevndin hevur góðkent sum trygg triðjalond í dátuverndarhøpi. Millum londini teljast eisini stór lond sum USA, Stórabretland og Japan.

Á fundinum vórðu m.a. umrøddir møguleikarnir fyri tættari samstarvi millum ES og trygg triðjalond. Fleiri av smærru londunum vístu á, at tað er tørvur á felags eftirlitsátøkum, eitt nú í málum um stórar altjóða fyritøkur.

Bjarni Kárason Petersen nýtti høvið til at vísa á, hvussu stóran týdning triðjalandsgóðkenningin hevur fyri føroyska vinnulívið og granskingarumhvørvið. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at menningin innan vitlíki óivað fer at hava við sær, at tað verður enn størri tørvur á samstarvi um dátuvernd í framtíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo