40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sjóvinnustýrið: Framyvir fáa sjófólk ikki longur bláu bók, tá tey hava verið til læknakanning fyri sjófólk. Í staðin fáa tey eitt heilsuprógv, ið er eina A4-síðu til støddar.

Skjalið er talgilt og kann takast niður á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Sjófólkið og læknin fylla út oyðublaðið, og sjófólkið fær ta síðuna við sær, har læknin váttar, at sjófólkið er skikkað til skipstænastu.

Frá 1. januar 2023 verður einans nýggja heilsuprógvið útflýggjað eftir læknakanning. Galdandi bláar bøkur varðveita tó sítt gildi fram til ásetta lokadagin í bókini.

Broytingin er ein liður í arbeiðinum hjá Sjóvinnustýrinum at talgilda og lætta um arbeiðsgongdir.

Upplýsingarnar í heilsupróvnum eru samstundis dagførdar samsvarandi STCW-sáttmálanum og MLC-sáttmálanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo