Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti einmælt í gjárkvøldið at keypa tvey øki fyri endan av Villingadalsvegnum til sethúsa, raðhúsa-, tvíhúsa- og íbúðarbygging, umframt at loyvi er til at hava handlar, smáhandverk og minni virki, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhøli og tílíkt.

Talan verður um heilt nýggjar býlingar, ið koma at liggja fyri endan á Villingadalsvegnum, har møguleiki er fyri at gera øki við blandaðum bústaðar- og mistaðarfunktiónum.

Tórshavnar kommuna hevur herfyri boðið tveir kommunalar matriklar við Villingadalsvegin út í alment útboð við teirri treyt, at tað verða bygdar lutaíbúðir. Kommunan kann gera sítt fyri at stýra planeggingini ávísar vegir við at útleggja lendi til ávís endamál, t.d. til bústaðarbygging.

Nógvir óbygdir matriklar eru í hesum økinum og kundu við fyrimuni inngingið sum ein partur av einum framtíðar bústaðarøki við Villingadalsvegin. Allir matriklarnir eru tó ikki ogn hjá kommununi, og um hetta skal gerast til veruleika, skal eitt samskifti og ein tilgongd um keyp av lendi setast í verk.

Talan er um matr. 1357b (Eystara Húsagarðsfesti), 1235a (privatur eigari) 1378 (privatur eigari), og 1377a (Eystara Húsagarðsfesti). Matrikul 1374, har inntakið til tunnilsmunnan til innkomuvegin verður, er sambært avtaluni um stuðul frá landinum til innkomuvegin handaður Tórshavnar kommunu.

Lendið fram við Villingadalsvegnum er í stórari menning við nógvum bústøðum í gerð. Serliga eru tað stór sethús við egnum urtagarði, ið seta sín dám á verandi bygda øki. Eisini eru nøkur tvíhús í økinum, men staðfestast kann, at størsti parturin av samlaðu bústøðunum eru eigarabústaðir. Kommunan hevur tí møguleika at útbyggja hesi øki til eina fjølbroytta bústaðarsamanseting, soleiðis at ein breiðari borgaraskarði kann búseta seg her.

Økið liggur í umráðisparti A3, ið loyvir bygging av blandaðum bústaðarsløgum. Hendan áseting loyvir sethúsa, raðhúsa-, tvíhúsa- og íbúðarbygging, umframt loyvi til at hava handlar, smáhandverk og minni virki, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhøli og tílíkt. Talan verður um heilt nýggjar býlingar, ið koma at liggja fyri endan á Villingadalsvegnum, har møguleiki er fyri at gera øki við blandaðum bústaðar- og mistaðarfunktiónum.

Í verandi løtu er ein grúsvegur inn til økið, sum ikki er ein góðkendur atkomuvegur, umframt hetta skulu tekniskar leiðingar leggjast inn til matriklarnar og eftirkannast skal, um verandi reinsiverk klárar veiting til ein heilt nýggjan býling. Hetta er ábyrgd hjá Tórshavnar kommunu. Vanligt hevur verið, at verkætlanir fíggja hesar útreiðslur. Lutaíbúðarverkætlanin kemur væntandi at fíggja ein part av atkomuvegnum og teknisku leiðingum, og vildi tað við fyrimuni verið skynsamt at býtt hesar útreiðslur millum fleiri verkætlanir í økinum.

Býráðið samtykti í mai í fjør at heimila umsitingini at fara undir samráðingar og eina tilgongd við eigararnar av nevndu økjum. Umsitingin tosaði við eigararnar, sum ongar ætlanir høvdu um at selja. Men tey vildu tó møguliga selja til marknaðarvirði, um so var at kommunan kom við einum nøktandi tilboði.

Hetta endaði við, at kommunustjórin og leiðarin á stjórnarskrivstovuni mæltu býráðnum til umvegis figgjarnevndina at keypa ognirnar matr.nr. 1377a, og 1357b, Tórshavn, frá Búnaðarstovuni fyri kr. 1.8 miljónir. Hesum tók fíggjarnevndin undir við og hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo