40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Lindin: Sjálvt um fólk ikki nevna seg kristnan, so vísa nógvar útlendskar kanningar, at næstan øll fólk biðja av og á. Lindin hevur tí framleitt eina poddvarprøð um bøn. Røðin er bygd upp av samrøðum sum Jóhannes Miðskarð hevur við Tummas Jacobsen, sum er kendur sum lovsangsleiðari og talari í samkomuni Filadelfia í Havn.

Fyrsta sendingin snýr seg um hvat bíblian fortelur um bøn. Komið verður inn á, at Gud bjóðar fólki at samtala við seg, – og at henda samskiftiskanal eitur bøn.

Næsta sending snýr seg um hví og hvussu einstaklingar kunnu vera í bøn til Guds.

Triðja sending snýr seg um hvussu fólk kunnu biðja um bøn í felagi - bæði endamál og praksis. Komið verður í hesi røð fyrstu ferð inn á joga, mindfullness og meditasjón. 

Fjórða sending snýr seg um andaligan vøkstur og bøn. Tá vit gerast kristin vera vit sett á eina ferð saman við Gudi ímóti himlinum sum endaligt mál. Á ferðini verða vit bjóðaði í eini gongd at líkjast Jesus meir og meir í sinnalagi. Tó skal undirstrikast at sjálvt um vit líkjast Jesusi í sinnalag, varðveita vit okkara unikku persónligheit. Í dag tosa nógv um persónliga menning og nýta tá joga, mindfulness og meditasjón. Bønin verður sett í mótsøgn við hesi trý í hesum partinum. 

Poddvarprøðin sum eitur “Bønarskúlin” finst á flestu poddvarp-plattformum, t.d. Spotify.

Somuleiðis er møguligt at hoyra alla røðina her: https://bonarskulin.transistor.fm/episodes

Eisini er møguligt at síggja røðina á youtube: https://youtube.com/playlist?list=PLFK-wxfswk4pM1pI2X4jGc86KN3BxH-Pj

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo