40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Óttin ikki at vera partur av einum felagsskapi fyllir meiri enn óttin fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku. Tað siga Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, og Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata.

Barnabati hevur samband við nógv børn og ung, bæði gjøgnum ráðgevingina og gjøgnum ymsu skipanirnar, tey eru partur av, eitt nú verkætlanina Betri vinir og mentorskipanina. Djóni J. Eidesgaard, sum hevur verið aðalskrivari í Barnabata seinastu 10 árini, heldur ikki, at tað í sjálvum sær eru royndir og kanningar, sum elva til strongd og mistrivnað í skúlanum, men hinvegin vantandi ella vánaligt samband millum børn og vaksin.

- Tað er trupult at svara eintýðugt og einfalt upp á ein so stóran spurning, hvat tað er, sum ger, at børn mistrívast. Vit eru í sambandi við børn og ung, sum ikki orka, tíma ella vilja í skúla. Hetta síggja vit eisini hjá børnum, sum hava orkurík foreldur. Vit eru eisini í sambandi við børn, sum óttast fyri at enda í einum serflokki. Tað fata tey sum ta ringast hugsandi revsingina yvirhøvur, tí har vil eingin vera.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo