Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Pengar úr landskassanum í statskassan
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrið at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at bøtur í Føroyum skulu í landskassan, heldur enn statskassan?
2. Um so er, hvørjar bøtur vil landsstýrið royna at tryggja landskassanum?
Viðmerkingar:
Herfyri gjørdu Kappingareftirlitið og Føroya Tele semju um eina bót til Føroya Tele.
Peningurin frá slíkari bót fer í danska statskassan. Føroya Tele er alment partafelag, og bótin minkar tí um vinningsbýtið til landsskassan.
Sostatt ber til at siga, at ein almennur myndugleiki og eitt alment partafelag gera avtalu um at taka pening úr føroyska landskassanum at koyra í danska statskassan.
Í síni tíð gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um, at bøtur fyri brot á fiskivinnulóggávuna skuldu rindast í landskassan.
Tað varð mett rímiligt, tí eftirlitið var rindað av landskassanum. Peningur fyri allar aðrar bøtur enda í danska statskassanum.
Spurningurin er, um bótin ikki eigur at fara í landskassan, tá landskassin rindar fyri eftirlitið, sum landskassin til dømis ger, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan og Kappingareftirlitið geva bøtur, og um tað ikki hevði verið rætt og rímiligt, at allar bøtur í Føroyum verða rindaðar í landskassan.
Tí verður hesum spurningur settur landsstýrinum.
Á Løgtingi, 26. mars 2024
Jørgen Niclasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo