Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Føroyar lesa: Í sambandi við móðurmálsdagin fáa øll føroysk børn undir skúlaaldur eina bók í gávu. Bókagávan er eitt samstarv millum Føroyar lesa og BankNordik. Endamálið er at skapa lesigleði millum tey smæstu og at tryggja øllum føroyskum børnum atgongd til bøkur.

Hetta er aðru ferð, at Føroyar lesa og BankNordik samstarva um at lata børnum í Føroyum eina bókagávu. Fyrru ferð var á jólum í 2020, tá øll skúlabørn í Føroyum fingu eina bók í part. Nú er túrurin komin til børnini undir skúlaaldur, sum fáa hvør sína bókagávu í sambandi við móðurmálsdagin, sum verður hósdagin 25. mars.

Bøkurnar fara út til børnini umvegis ansingarstovnar kring landið í vikuni. Øll børn undir skúlaaldur fáa bøkur hóskandi til aldursbólkin. Tey, sum eiga børn, ið ikki ganga á stovni, kunnu seta seg í samband við BankNordik á rol(at)banknordik.fo fyri nærri kunning um, hvussu tey fáa fatur í bókini.

Øll børn fáa somu fortreytir
Í lesivanakanningini, sum var gjørd í 2017/18, varð staðfest, at tey sum eiga nógvar bøkur við hús, lesa meira enn tey, ið eiga fáar. Bókagávan frá BankNordik og Føroyar lesa í desember í fjør – og nú í sambandi við móðurmálsdagin í 2021 – gevur føroyskum børnum í og undir skúlaaldri somu fortreytir fyri at lesa meira.

Tá bókagávurnar koma út á stovnarnar, fara børn, sum eru í sama aldursbólki at hava somu bók. Børnini eiga hvør sína bók og fáa hana við heim. Á stovnunum kunnu tey brúka bøkurnar í felag ella eggja børnunum til sjálvi at hyggja í bøkurnar.

BankNordik og Føroyar lesa vóna, at bókagávan fer at skapa lesigleði millum børnini, og at bæði stovnar og barnafamiljur í landinum taka væl ímóti hesum átaki.

Stutt um Føroyar lesa
Føroyar lesa er eitt alment átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Les meira á www.føroyarlesa.fo.

Føroyar lesa vil fegin hoyra, hvussu stovnarnir brúka bøkurnar. Tey, sum hava hug, eru tí ógvuliga vælkomin at senda okkum mynd og ein lítlan stubba um hetta. Tilfarið verður lagt út á Facebook og Instagram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo