At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Heilsumálaráðið: Í gjár skipaði Títt rúm fyri tiltaki í sambandi við útgávu av bókini “Familjufløkur – Tá ið foreldur sleppa, og børn lofta”. Súsanna O. Skaale, løggildur sálarfrøðingur, hevur skrivað bókina.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, bar fram røðu á tiltakinum. Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað soleiðis:

“Heitið á bókini, Familjufløkjur,  fekk meg onkusvegna at hugsa aftur á, tá eg sum hálvvaksin genta skuldi royna at tjena mær nakrar pengar við at egna, og eg stóð í kalda egningarskúrinum og hevði funnið mær ein fløkjustamp, sum sá ómøguligur út. Kanska var hann tað, men um eg tá megnaði at biðja um hjálp, so var onkur meira kønur og vinarligur, sum kundi hjálpa mær at greiða fløkjuna. Tað ómøguliga gjørdist møguligt, um hjálpin var har.”

Røðan kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo