Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tórshavnar kommuna: Bóklingurin Standmyndaveiða, ið varð givin út í fjør, er nú tøkur at taka niður av heimasíðuni, soleiðis at ein og hvør, ið hevur hug, kann fara sína egnu listaligu rannsóknarferð í býnum við ella uttan børnum.

Barna- og ungdómsøkið í Tórshavnar Kommunu hevði 2021 sum spæliár, og tá átakið »Spæl við!« fór úr startblokkinum, vórðu ymisk tiltøk gjørd, ið snúðu seg um spæl og børn.

Eitt av hesum tiltøkunum var at savna saman nakrar standmyndatúrar - ella standmyndaveiður - sum starvsfólkini á dagstovnaøkinum kundu nýta til vegleiðing og íblástur. Standmyndaveiðurnar vísa á nakrar leiðir í býnum, har gingið verður frá standmynd til standmynd og eggja til viðkomandi prát og ítøkiligar aktivitetir á leiðini.

Seks standmyndaveiður til børn og vaksin
Úrslitið gjørdist ein bók við 6 standmyndaveiðum, sum allir dagstovnar í Tórshavnar Kommunu fingu útflýggjað. Síðan bókin varð býtt út til stovnarnar í summar, hevur ein rúgva av borgarum vent sær til Tórshavnar Kommunu fyri at fáa hendur á bóklinginum. Nú eru standmyndaveiðurnar tískil lagdar út á kommunalu heimasíðuna í PDF-líki, soleiðis at ein og hvør, ið hevur hug, kann taka tær niður og fara á sína egnu rannsóknarferð í býnum við ella uttan børnum.

Hóast bóklingurin er ætlaður dagstovnunum í Tórshavnar Kommunu og gjørdur við børnum og ungum í huga, so er ein rúgva av vitan í bóklinginum, sum eisini er viðkomandi fyri vaksin, ið hava hug at fara á eina standmyndaveiðu.

Tú kanst taka bóklingin niður í PDF-líki niðast á síðu okkara um ítriv fyri børn og ung, sum tú finnur her:

Ítriv fyri børn og ung

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo