Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Heimskendi tónleikabólkurin Hillsong Young & Free úr Avstraliu er nú komin til landið, boðar Keldan í Skálafirði frá.

Bólkurin er kendur fyri síni eyðkendu popp løg og hava síðani 2013 givið út 6 fløgur og 19 stakløg. Heili 16 fólk eru við á ferðaliðnum, sum er komið beinleiðis úr Slovakia í samband við teirra konsertferð í Evropa.

Bólkurin er ein partur av samkomuni Hillsong, ið var stovnað í 1983 í Avstralia. Hillsong eru serliga kend fyri sín tónleik og hava gjøgnum árini útgivið yvir 40 útgávur og selt yvir 11 milliónir eintøk.

Fólk úr Bulgaria, Noregi, Danmark og øðrum londum koma heilt til Føroya á konsert, boða fyrireikararnir frá, ið vóna ein fullan sal í annaðkvøld tá ið bólkurin fer á pall.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo