Har nevin er rættur er størsti nevin hægstirættur
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Olaf Berg (vm) og Carl Eli Samuelsen (hm) mannaðu fremru borðini hjá Havnini móti Vestmanna í dag. Havnarmenn vunnu 3½-½, og hava nú fingið vágamenn aftur

Olaf Berg (vm) og Carl Eli Samuelsen (hm) mannaðu fremru borðini hjá Havnini móti Vestmanna í dag. Havnarmenn vunnu 3½-½, og hava nú fingið vágamenn aftur

Olaf Berg (vm) og Carl Eli Samuelsen (hm) mannaðu fremru borðini hjá Havnini móti Vestmanna í dag. Havnarmenn vunnu 3½-½, og hava nú fingið vágamenn aftur

Talvsambandið: Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari í dag. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini hava 24½ stig hvørt eftir dystirnar í dag.

Vagamenn høvdu kanska heldur torførari mótstøðu, men vunnu 3-1 á besta liðnum hjá klaksvíkingum. Vágamenn vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði. Á fyrsta borði endaði javnt millum Rógva Egilstoft og Ólav Simonsen. Á øðrum borði vann Høgni Egilstoft Nielsen á Rana Nolsøe. Føroyameistarin hevur vunnið øll átta talvini í vetur.

Havnarmenn fingu gott úrslit í Vestmanna, hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen - báðir sterkastu telvararnir í Havn - vóru við. Á ovaru borðunum vunnu havnarmenn sannførandi, men á aftaru borðunum mátti arbeiðast harðari. Sjúrður stóð eitt sindur kroystur móti Martin Brekká, men loftaði sær javnleikinum, og á fjórða borði gav Alfred Olsen unga Luitjeni dygga mótstøðu, men Luitjen vann kringur torføra endatalvið.

Í triðja dystinum gjørdi B-manningin hjá Klaksvíkar Talvfelag bart og vant úr B-manning Havnar Telvingarfelags, sum kortini liggur fremri í kappingini.

##med2##
##med3##
##med4##
Føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag, hevur fult stigatal eftir átta umfør. Í dag vann hann á Rana Nolsøe.

Endaspurturin
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Skráin í 1. deild er henda:

9. umfar (13. mars)
Klaksvík B - Sandavágur
Havnin A - Klaksvík A 
Havnin B - Vestmanna

10. umfar (26. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík A - Havnin B
Vestmanna - Klaksvík B

Meira kann lesast um kappingina og hinar deildirnar á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo