Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag fyllir borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, 70 ár.

Heðin Mortensen, sum eisini er tinglimur fyri Javnaðarflokkin, er føddur tann 7. apríl 1946 í Trongisvági.

Heðin hevur verið borgarstjóri í Tórshavnar kommunu síðani 1. januar 2005 og síðani 1. september 2015 løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Heðin Mortensen hevur verið býráðslimur síðani 1973, og var varaborgarstjóri 2001–2005. Hann var eisini løgtingslimur fyri Sambandsflokkin árini 1998–2004, tá ið hann fór úr Sambandsflokkinum, eftir býráðsvalið, tá ið hann árið eftir gjørdist borgarstjóri.

Sum limur í Sambandsflokkinum var hann eisini varalimur á løgtingi tíðina 1989–1991 og 1993. Frá 1998–2004 var hann valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Frá 2008 var hann eisini varalimur á tingi, men hesaferð fyri Javnaðarflokkin.

Les meira um Heðin Mortensen - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo